Um meg

stilmynd

Eg eiti Anna Petersen

Eg eri útbúgvin stílcouch/stílistur á Stylewise Academy við Tini Owild í Keypmannahavn.

Útbúgvingin byggir m.a. á tær 6 “stílkjarnurnar”, sum eru mentar av Tini Owild. Tú kanst  lesa meira um stílkjarnurnar her. Tá tú kennir tína stílkjarnu, er tað skjótari at finna tey røttu klæðini, og eisini lættari at sleppa undan feilkeypi.

Tú kanst gerast tryggari í tínum stíli uppá tín egna máta, við klæðum og tilhoyri, sum tú veruliga kennir teg væl í.

Tað sum er spennandi, er at finna akkurát tað, sum passar best júst til tín.

Eg hjálpi tær at finna tín klædnastíl, tínir litir og tey snið, sum klæða tær best. 

  • Eg kann koma heim til tín, og vit hyggja ígjøgnum klædnaskápið, royna klæðini og finna tað,sum passar tær best.
  • Tú kanst koma heim til mín, har tú hevur nøkur pløgg við.
  • Vit kunnu fara at shoppa.
  • Eg kann eisini koma út til smærri bólkar, sum til dømis bindiklubbar.
  • Tað eru nógvir møguleikar, set teg í samband við meg um tú vilt vita meira Cool

Ring 233522 ella send mær mail á anna.petersen8@gmail.com