Stílráðgeving

Stíl.fo mynd

Stílráðgeving tekur umleið 2 tímar 

Stílráðgeving er, at tú kemur til mín við eini 6-8 klædnapløggum, smúkkum og tilhoyri, so sum turrikløð o.a.  Vit finna útav hvørja “stílkjarnu” tú hevur. Tað er í stuttum, hvørjum stíli tú kennir teg best í, og so arbeiði vit víðari út frá tí. Vit finna útav hvat snið klæðir best til títt skap, um tað er nakað serligt at taka atlit til og hvørjar litir tú klæðir best. Vit tosa eisini um møguleikarnar, at seta klæðini saman uppá ymiskar mátar, við ymiskum tilhoyri og skóm.

Við at kenna tína stílkjarnu, er tað skjótari at finna tey røttu klæðini og lættari at sleppa undan feilkeypum