Shopping

shopping 

 

Shoppingtúrurin tekur umleið 3 tímar

Vit møtast í býnum og finna útav hvat tú ynskir. Her royna vit at finna tína “stílkjarnu” , sum í stuttum er, hvørjum stíli tú kennir teg best í. Síðani fara vit í gongd við at finna klæðir og royna tey. Vit royna eisini ymiskt tilhoyr og skógvar, seta settini saman uppá ymsikar mátar og hyggja eftir hvussu vit kunnu “dressa” settið upp og niður. Vit práta um snið og litir, og hvat er best fyri teg til títt skap, og hvat tú møguliga avgjørt ikki skalt fara í. Vit tosa eisini um, um tað er nakað serligt at taka atlit til.

Um tú kennir tína stílkjarnu, er tað skjótari at finna tey røttu klæðini og lættari at sleppa undan feilkeypi