Klædnaskápskekk

personal-style

Klædnaskápskekk tekur umleið 3 tímar

Til eitt klædnaskápskekk, komi eg heim til tín. Vit finna útav hvørja “stílkjarnu”  tú hevur. Tað er í stuttum, hvørjum stíli tú kennir teg best í, og so arbeiði vit víðari út frá tí. Við at kenna tína stílkjarnu, er tað lættari at sleppa undan feilkeypum.

Vit hyggja ígjøgnum klædnaskápið. Tú roynir klæðini og vit finna útav hvat snið klæðir best til títt skap, og hvørjar litir tú klæðir best. Vit finna nýggjar mátar, at seta klæðini saman uppá.  Vit hyggja eisini eftir smúkkum og øðrum tilhoyri, sum turrikløð, skógvar o.a.

Tú lærir at síggja hvat er best til tín, og hvat tú avgjørt ikki skalt fara í. Nú er eisini lættari at síggja møguleikarnar við klæðunum tú hevur, og møguliga eisini hvat manglar fyri at fáa enn meira burturúr, við at seta klæðini saman uppá nýggjar mátar.

 

Er hetta títt klædnaskáp? So ert tú ikki einsamøll!!!

Photo: Er hetta títt klædnaskáp? So ert tú ikki einsamøll!!!

Eg veit ráð um hvussu tú ruddar skápið!!!
Tosa við meg um hvussu tú fært meira burturúr klæðunum, sum tú longu eigur í skápinum;)
Photo: Eg veit ráð um hvussu tú ruddar skápið!!!<br /><br />
 Tosa við meg um hvussu tú fært meira burturúr klæðunum, sum tú longu eigur í skápinum;)